Lógir

Parasport Føroyar

Faroe IslandsParalympic Committee

Faroe IslandsSpecial Olympics Committee

 

Grein 1

Sambandið eitur Parasport Føroyar og er eitt sjálvstøðugt samband innan Ítróttasamband Føroya (ÍSF)

Starvsnevndar formaðurin hevur sæti í umboðstingið ÍSFs

 

Grein 2.                                                                          

Parasport Føroyarhevur til endamáls :

At menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt, ið viðvíkur

støðuni hjá tí ið ber brek.

At arbeiða við at seta á stovn feløg fyri fólk ið bera brek kring alt landið.

At arbeiða fyri, at allur ítróttur innan Parasport Føroyar verður íðkaður undir kønari leiðslu

og undir góðum umstøðum.

At skipa fyri venjara- og leiðaraútbúgvingarskeiðum.

At bera út kunnleika um ítrótt og heilsumál við seturskúlum, fyrilestrum og øðrum.

At skipa fyri kappingum, ítróttastevnum v.m.

At arbeiða fyri samstarvi millum Parasport Føroyar og skúlaítróttin.

At arbeiða fyri samstarvi við hini norðurlondini og altjóða felagsskapir fyri fólki ið bera brek

At vera ráðgevi, tá ið ítróttaøki, svimjihyljar, skúlar og annað skulu byggjast, so at hugsað verður um tey ið bera brek.

 

Grein 3

Limir í Parasport Føroyar verða :

Ítróttasambond-og feløg fyri fólk ið bera brek.

Ítróttafeløg og felagsskapir við deildum fyri fólk ið bera brek.

Deildir innan ítróttafeløg og feløg, ið arbeiða við fólki ið bera brek.
Limir í Parasport eiga at hava viðurskiftini í lagi hjá sínum avvarðandi altjóða sambandi.

 

Grein 4

Hægsta vald í Parasport Føroyar er aðalfundurin, sum verður hildin um várið og skal

verða lýstur ein mánað frammanundan viðhesi dagsskrá :

1.Val av orðstýrara.

2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki Parasport Føroya í farna ári.

3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.

4. Innkomin mál.

5. Val av nevndum og eykalimum.

6. Ymist

 

Grein 5

Hvørt felag kann senda trý umboð á aðalfundin.

Eingin kann á aðalfundi umboða felag fyri fólk ið bera brek, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi í ein mánað, og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

 

Grein 6

Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini , starvsnevndar- og kappingarnevndarformaðurin hjá Parasport Føroyar

Starvsnevnd ÍSFs,dómsnevndin og grannskoðarin hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.

 

Grein  7

Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd, og lógarbroytingar ikki  verða gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni.

Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar

áðrenn aðalfundin.

Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi skulu 3/4 av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt,atkvøða fyri.

Eykaaðalfundur kann verða hildin um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av

feløgunum ynskir tað.

Hesin skal verða lýstur við dagsskrá og annars eftir somu reglum sum vanligur aðalfundur.

 

Grein 8.a

Parasport Føroyar verður stýrt av :                                                                            

Aðalfundinum.                                                                                      

Starvsnevndini.

                            Kappingarnevndini /

                            Ítróttanevndini

Miðað verðureftir javnari kynsumboðan í øllum nevndum.

Í starvsnevndini sita : Formaður, næstformaður, skrivari og upp til tveir nevndarlimir.

Formaðurin verður valdur einsæris á aðalfundi fyri eitt tvey ára skeið

Nevndarlimir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið 2-3 annaðhvørt ár og 1-2 annaðhvørt ár,nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, við næstformanni,skrivara og møguligum øðrum álitissessum.

Valdir verða 1-2 tiltakslimir fyri eitt eitt-ára skeið.

Starvsnevndin hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi, tó skal aðalfundarsamtykt fyriliggja,

tá mál snýr seg um keyp ella sølu av fastari ogn hjá sambandinum.

Starvsnevndin kann seta kassameistara.

Í kappingarnevndini / ítróttanevndini sita :

Formaður, næstformaður og skrivari valdir av starvsnevndini á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, fyri eitt tvey-ára skeið, tveir annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár.

Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eitt-ára skeið.            

Kappingarnevndin tekur avgerð um trætumál í ítrótti fyri fólk ið bera brek, umframt

hevur hon leiðsluna av lands- og steypa kappingum.

 

Nevndirnar hava heimild til at seta undirnevndir, um neyðugt við limum uttan fyri Parasport Føroyar.

Starvs- og kappingarnevndin/ítróttanevndin skulu útinna viðtøkur, gjørdar á aðalfundinum,og altíð syrgja fyri, at leikreglur og lógir, so vítt gjørligt, eru í neyðugum samsvari við altjóða reglur.

Starvs- og kappingarnevndin skal taka upp mál um mismun, kyns- og/ella brekpolitik, umframt mál um happing og ágang.

Nevndarlimir fáa onga løn fyri hesi størv síni.

Starvsnevndin sendir einaferð árliga ítróttasambandinum frágreiðing um virki felagsins.

Parasport Føroyar skal hava samráðingar við onnur sersambond/deildir og ÍSF um altjóða stevnur, sum skulu setast í verk í Føroyum.

Dómsnevndin

Dómsnevndin hevur tríggjar limir, ið verða valdir á aðalfundinum hjá Parasport á hvørjum ári. Teir sita eitt ár í senn.
A: Nevndin skipar seg sjálv. Rætt at skjóta upp nevndarlim hava feløgini, ið eru umboðað á aðalfundinum, nevnd Parasport og kappingarnevndin.
Um nevndarlimur er ógegniður ella hevur forfall er heimilað starvsnevndini at seta annan fyribilslim fyri hendan.
B: Dómsnevndin tekur avgerð i trætumálum.
C: Dómsnevndin skal fylgja reglugerð "Reglur fyri dómsnevndir" hjá ÍSF

Stk b. Heiðursforseti og heiðurslimur
1. Aðalfundurin kann taka avgerð um at útnevna heiðursforseta ella heiðurslim. Hesin heiður kann veitast persónum fyri á ein serligan hátt at hava tænt para ítróttinum væl.
2.
Starvsnevndin setur fram uppskot um heiðursforsetar og heiðurslimir.
3. Heiðursforsetin ella heiðurslimurin kann taka lut á Aðalfundinum. Teir hava talurætt men ikki atkvøðurætt.

Grein 9

Parasport Føroyar er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.

(Nýggj Grein 10)

Limaskapur í altjóða paralympisku nevndini (IPC)
Parasport Føroyar bindur seg, íroknað allar limir og starvsnevnd Parasport, at halda treytirnar fyri limaskapi í IPC, at halda seg til IPC-lógina og reglugerðina, umframt World Anti-Doping Code, viðkomandi altjóða standardum, IPC Anti-Doping Code og Classification Code umframt aðrar týðandi IPC-reglur og standardir. Herundir at:
-Virða, stuðla og fremja málini og endamálini við IPC.
-Virða og halda mannagongdirnar hjá IPC, galdandi lóg og allar avgerðir.
-Virða reglur fyri upphavsrætt hjá IPC
-Røkja allar sínar skyldur sambært IPC-viðtøkunum í góðari trúgv, til eina og hvørja tíð at virka við erligheit, integriteti og í einum anda av gjøgnumskygni og samstarvi.
-Halda reglur og treytir fyri øllum fíggjarligum stuðli, sum IPC veitir.
-Boða IPC frá um allar broytingar í leiðsluni ella kontaktdátum uttan drál.
-Skrivliga at kunna stýrið í IPC, um tað einaferð, ímeðan tað er limur í IPC, ikki longur lýkur, ella møguliga ikki kann lúka, nøkur av krøvunum í IPC-lógunum.

Grein 11

Fíggjarliga grundarlagið er partur tillutaður frá ÍSFs, av landskassastudningi, inntøkur av kappingum og øðrum.

Grein  12

Uppskot um avtøku av Parasport Føroyar kann bert verða lagt fram á aðalfundi.

Og skal tá, um hetta vinnur sømdir, samtykkjast við í minsta lagi ¾ av teimum møttu, og í minsta lagi ¾ av limunum skulu verða á fundi

Møguligar ognir falla feløgum i Føroyum ið arbeiða fyri fólk ið bera brek, í lut.

 

Samtykt á aðalfundi hjá Parasport 13. Mars 2024

 

Petur Elias Petersen, formaður, Parasport Føroyar

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar