Fótbóltur
Fótbóltur er størsta ítróttargrein í heiminum, og verður fótbóltur fyri fólk við menningartarni eisini íðkaður í Føroyum.
Í 2015 vóru Special Olympics World Games í Los Angles, og bar á fyrsta sinni í samstarvi við Fótbóltssambandið Føroyar til at senda eitt lið til kapping.
Síðani hetta hevur Parasport javnan skipað fyri regluligum úttøkuvenjingum, og eisini luttikið í kappingum m.a. í Íslandi.
Sjalvsagt eigur tað at bera til at spæla fótbólt úti í vanligu feløgunum hóast ein hevur .t.d. menningartarn.
Eisini hava Parasport Føroyar, fótbóltsfelagið B36 og kvøldskúlin á Nesi fótbólt fyri fólk við meningartarni.
Special Olympics Føroyar (ið er deild undir Parasport Føroyar) skipar fyri úttøku og felagsvenjingum, og úttekur lið til kappingar í útlandinum.
Um tú ert áhugaður at koma til úttøku og felagsvenjing kanst tú seta teg í samband við Parasport Føroyar 217975.
Fótbóltur verður flokkaður í ymiskar flokkar.
Fótbóltur fyri fólk við menningartarni (ella Special Olympics fótbóltur), CP fótbóltur (fótbóltur fyri fólk við spastiskum lammilsi), fótbóltur fyri blind/sjónveik og koyristólsfótbóltur.
Vit hava í Føroyum bert lið fyri fólk við menningartarni. (2021)
við okkum í dag