Para svimjing
Svimjing hevur frá byrjan verið ítróttargreinin ið vit hava klárað okkum best í. Hvør minnist ikki tá Christina Næs vann gull í Paralympisku leikunum í Seoul og hon saman við Tóru við Keldu og Katrin Johansen tóku hópin av heiðursmerkjum við til Føroyar. Hesar og fleiri onnur hava staðið sum vitar fyri Føroyskari para svimjing.
Para svimjing verður flokkað eftir førleika fyri at geva eina so rættvísa kapping sum gjørligt.
Vissi eitt svimjifelag er í tinum øki, er best um tú kann luttaka í venjingunum hjá hesum.
Tey flestu svimjifeløgini í Føroyum hava royndir við at hava para-svimjarar í teirra liðum, og riggar hetta sum oftast væl.
Kvøldskúlar kring landið hava eisini svimjilið fyri fólk ið bera brek, og kann hetta verða ein háttur at koma í gongd.
Veturin 2017-2018 er svimjing í Tórshavnar kvøldskúla, og í Leirvík.
Parasport Føroyar hevur úrvalslið og bjóðar eisini javnan inn til felagsvenjingar til tey ið vilja gera eitt sindur meir við svimjingina.
Tað hevur týdning at tú setur teg í samband við Parasport, soleiðis at vit kunnu geva boð tá savningar ella kappingar eru ið tú kann luttaka í.
Fyri at geva eina so rættvísa kapping sum gjørligt verður sonevnd klassifisering ella flokking gjørd.
Allir svimjarar ið ynskja at svimja í altjóða kappingum skulu til eina kanning, har góðkendir klassifisørar (hetta kann verða læknar, fysioterapeutar ella líknandi) kanna hvørja ávirkan ávísu brekini hava á førleikan hjá ymisku svimjarunum at svimja.
Tá ein svimjari hevur fingið sína klassifisering, kappast hann bert ímóti svimjarum ið hava somu klassifisering.
Í smærri kappingum kappast ymiskir klassar, men verður tá ein ávís útrokningarskipan brúkt fyri at finna útav hvær klárar seg best í mun til sítt brek.
við okkum í dag