Frælsur ítrottur
Frælsur ítróttur (íroknað Racerunning) er ítróttur til fleiri ymiskar flokkar. Frælsur ítróttur fevnir um renning (íroknað raceriúnning, koyristóls raca og hondsúkkling), longdarlop, hæddarlop, spjótkast, kúlustoyt, diskoskast, hamarkast, stangarlop, trýstøkk, fimmkamp og 10 kamp.
Ert tú áhugaður í frælsum ítrótti so eru feløgini fyri frælsan ítrótt í Føroyum eitt gott stað at byrja.
Parasport skipar fyri opnum venjingum, har øll kunnu royna seg. Hetta er bæði í frælsum ítrótti og í racerunning.
Tiltøkini verða lýst undir “tiltøk” her á síðuni, og á facebook síðuni hjá Parasport Føroyar
Tá tú hevur hug til eitt sindur meira, er gjørligt at koma á úrvalsslið hjá Parasport Føroyum, og luttaka í kappingum bæði í Føroyum og uttanlands.
Tað hevur týdning at tú setir teg í samband við okkum vissi tú ert áhugaður í venjingum og kappingum sum Parasport skipar fyri og luttekur í, soleiðis at vit kunnu geva boð.
Í paralympiskum høpi eru fleiri flokkar fyri fólk við rørslutarni, blind og sjónveik, og fólk við menningartarni.
Tó eru avmarkaðar frælsar ítróttargreinar til Paralympiskar leikir, HM og EM, serliga fyri fólk við menningartarni. Hesi hava tó fleiri kappingarmøgulleikar í kappingum hjá felagsskapinum INAS-fid ið skipar fyri ítróttarkappingum og klassifisering fyri úrvalsítróttarfólk við menningartarni.
við okkum í dag