Feløg

Tvey feløg eru ið bert taka sær av ítrótti fyri fólki ið bera brek. Tey eru ítróttarfelagið Svanur ið hevur heimstað í Runavík, og ítróttarfelagið Smæran ið hevur heimstað í Tórshavn.

Fleiri ítróttarfeløg hava harafturat ítróttarfólk ið bera brek í sínum limaskara, m.a. hevur fimleikafelagið Ljósið eitt fimleikalið fyri fólk við menningartarni, og samstarva HBF og Parasport Føroyar um badminton. Eisini Havnar svimjifelag, svimjifelagið Ægir, og svimjifelagið Reystið hava traditión fyri at fólk ið bera brek iðka í teirra feløgum.

Parasport Føroyar virkar fyri inklusión, og er ynskiligt at tey ið kunnu, luttaka í venjingum og kappingum í teirra lokalu feløgum umframt at tey kunnu luttaka í virkesminum hjá Parasport.

Ítróttarráðgevin kann ráðgeva um feløg í tínum umráði ið hóska til tín tørv og ynski at íðka.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar