Special Olympics felagsskapurin var stovnsettur av Eunice Kennedy Shriver, systir navnframa John F. Kennedy.
Eunice byrjaði felagsskapin, sum eina dagslegu við kroppsligum virksemi fyri fólk við menningartarni.
Kennedy systkini áttu eina systir, Rosemary, ið hevði menningartarn, og sigst kveikingin fyri at arbeiða við ítrótti og inklusión av fólki koma frá henni.
Special Olympics arbeiðir fyri, ígjøgnum ítrótt, at inkludera fólk við menningartarni í samfelagið, og minka fordómar ímóti hesum.
Eisini arbeiðir Spceial Olympics fyri at fremja heilsu, við at bjóða vegleiðing í heilsumálum, og kanning av m.a. oyrum, eygum og føtrum hjá teimum íðkandi.
Í Føroyum er Special Olympics partur av ítróttarsambandinum fyri brekað (Parasport Føroyar), men er hetta langt frá galdandi allastaðni.
Special Olympics nevndin er mannað av nevndarlimum úr Parasport Føroyar, ítróttarráðgevanum, venjarum, limum úr limafeløgunum hjá Parasport Føroyar, fíggjarkønum og ítróttarfólki.
Nevndin skal hava serkunnleika til ítrótt, menningartarn og annars øll viðurskifti ið kunnu hugsast verða viðkomandi fyri ítrótt fyri fólk við menningartarni.
Fyri at verða limur, krevst at man uppfyllir ávís krøv sum Special Olympics setur, at man veitir hagtøl og annars betalir limagjald.
Føroyar hava verið limir síðani 2002, og hava luttikið í Special Olympics leikum síðan 2003, tá stórir verðinsleikir vóru í Dublin, Írlandi.
Special Olympiskir itróttir íðkaðir í Føroyum eru: Fimleikur, svimjing, frælsur ítróttur, borðtennnis, fótbóltur og boccia.
Aðrar ítróttargreinar ið kundu verið upplagdar eru t.d. badminton, stavbóltur (hockey) og annað.
Úttøka til kappingar og stevnur
Fyri at kvalifisera seg til luttøku í Special Olympics, skal luttakari verða fyltur 8 ár og hava menningartarn/innlæringstrupulleikar.
Tað verða ikki gjørdar IQ kanningar fyri at staðfesta hetta, men man skal í gerandisdegnum (skúla, arbeiði, familjulívið, bústøðu) verða knýttur at serligum pedagogiskum stuðulsskipanum.
Fyri at verða úttikin til størri altjóða Special Olympics stevnur, verður dentur lagdur á at luttakarin er væl fyrireikaður, og at man í minst 12 mánaðir frammanundan hevur vant minst einaferð um vikuna í felagnum, kvøldskúlatilboðnum, ella í øðrum samanhangi.
Um Special Olympics Føroyar
Set teg í samband
við okkum í dag
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.