Tíðindi

Væleydnað para-badminton kapping í Helsinki

26
.
November
2018

Farna vikuskifti luttóku fýra føroyskir para-baminton leikarar í kapping í Helsinki.Tað var finska badmintonsambandið ið hevði boðið føroysku luttakarunum við til árligu para-badminton kapping teirra.Tveir leikarar, Vilhelm Clementsen (HBF) og Eydna Mouritsen (MBF), hava áður roynt seg í millumtjóða kapping, men hesuferð vóru eisini  Eva Kallsberg Jacobsen (KBF) og Hans Martin Gaard (HBF) við.Kappingin gekk sera væl, og havandi í huga at tað bert er hálvtannað ár síðani para-badminton á fyrsta sinni kom á skrá í Føroyum, má sigast at hendan ítróttargrein er í stórari framgongd.Tað er Paulo Pinheiro (útlántur við vælvilja frá HBF) og Vilhelm Clementsen ið hava staðið fyri at menna para-badminton í Føroyum.Vilhelm, ið eisini sjálvur spælir, var nummar tvey í einstaklingaleiki, og Vilhelm og Hans vóru nummar tvey í tvímansleiki.Eisini Eva og Eydna høvdu fín úrslit, Eva var nummar fýra í sínum bólki í einstaklingaleiki, og Eydna var nummar fimm í sínum bólki.Øll úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá finska badmintonsambandinumHetta var seinasta para-badminton kappingin í ár, og fara leikararnir nú at fyrireika seg til 2019.Um onkur er ið er áhugaður at luttaka í para-badminton ber til at seta seg í samband við Parasport, ella møta upp til mánaðarligu para-badminton felagsvenjingarnar, har øll eru vælkomin.Felagsvenjingarnar verða lýstar sum tiltak á facebook síðuni hjá Parasport - leinkja í høgru síðu á heimasíðuni.#6n1t #allin

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar