22. - 27. Apríl luttók eitt Føroyskt Special Olympics fótbólslið í stórari fótbóltskapping í Skt. Pætursborg í Russlandi.Ferðaliðið taldi 13 fólk, harav 10 fótbóltsleikarar.Onnur lond ið luttóku í kappingini vóru Russland (3), Azerbadjan, Letland, Litava, Slovakia, Sveis,Uzbekistan, Kazakhstan (2), Kroatia, Makedonia, Hvítarussland og Montenegro.Sjálv kappingin var 4 dagar, við innleiðandi umfari, bólkaspæli og finalum.Allir dystirnir vóru spældir á gamla venjingarannlegginum hjá Zenit, ið hóast væl slitið, var sera væl egnað til slíkt tiltak.Føroyska liðið kláraði seg sera væl í innleiðandi umfrainum, og blivu vit bólkaðir í bólk 3.Hetta skuldi tó vísa seg at verða ein ov stórur gloypubiti, og taptu vit allar dystirnar í bólkaspælinum.Tað rakk tískil "bert" til eitt fjórðapláss.Hetta er fyrstuferð at Parasport hevur luttikið í Special Olympics kapping í Ruslandi, og var ikki gott at vita hvat vit skuldu vænta.Hendan stúranin var tó gjørd til skammar, og mugu vit sanna at alt gekk sum eftir ánniFerðin kundi bert gerast veruleiki við vælvild frá venjarunum og FSF, og skal her verða borin ein tøkk fyri at tit vilja stuðla okkara ungu ítróttarfólkum við luttøku í slíkum virksemiið er mennandi, bæði á ítróttarligum, sosialum og persónligum plani.Tað var eisini tíð at síggja okkurt av søguligu støðunum í skt Pætursborg, m.a. kenda Vetrarslottið og fleiri vakrar kirkjurNiðanfyri er eitt úrval av myndum frá ferðini.
Set teg í samband
við okkum í dag
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.