Á móttøku í ÍSF húsinum fríggjadagin var avdúkað hvør fær úrvalsstuðul í 2020.
Úrval er grunnur letur stuðul til evnaríkastu og bestu ítróttarfólkini í Føroyum, og var para-triatleturin Hávard ein av teimum ið fingu stuðul til virksemi í 2020.
Hávard fekk tillutað kr 150.000, av teimum 1.800.0000 ið Úrval hevði at ráða yvir, til roynd sína at vinna sær pláss á paralympisku leikunum í Tokyo í august mánaði í ár.
Hávard var sum vera man sera fegin um at Úrval valdi framhaldandi at stuðla virksemi hansara.
"Eftir at hava arbeitt miðvíst seinastu 3 árini uppá at vinna luttøku í paralympisku leikunum, eru nú bert 6 mánaðir eftir at gera arbeiði liðugt.
Tað er tí altavgerandi at Úrval aftur í ár velur at stuðla mær.
Tað er ein álitisváttan og eitt herðaklapp sum eg eri sera errin og fegin um.
Samstundis er tað eitt stórt trýst, tí eg vil so fegin bera Merkið inn meðan allur heimurin sær tað.
Stóra takk Úrval, fyri stuðulin"
Hetta segði ein fegin Hávard úr Danmark, har fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 eru væl í gongd.
Ynskir tú at fylgja Hávardi, kann hetta gerast á https://www.facebook.com/vatnhamarparatri
Býtið av Úrvalsstuðlinum fyri 2020 var soleiðis:
Flogbóltssamband Føroya, kr. 200.000
U17 dreingir, kr. 100.000
U17 gentur, kr. 100.000
Føroya fimleikasamband, kr. 245.000
Rani Allanson Dalsgarð, kr. 150.000
Manslandsliðið í amboðsfimleiki, kr. 95.000
Frælsur ítróttur Føroya, kr. 130.000
Rebekka Fuglø, kr. 80.000
Kastigentur, kr. 50.000
Hondbóltssamband Føroya, kr. 300.000
U02 menn, kr. 300.000
Parasport Føroyar, kr. 150.000
Hávard Vatnhamar, kr. 150.000
Svimjisamband Føroya, kr. 569.400
Signhild Joensen, kr. 150.000
Vár E. Eidesgaard, kr. 150.000
Rókur Trygvason, kr. 122.400
Róland Toftum, kr. 97.000
Yngri úrvalssvimjarar, kr. 50.000
Sersambandið fyri súkkling og triathlon, kr. 120.000
Torkil Veyhe, kr. 120.000
Taekwondosamband Føroya, kr. 150.000
Høgni Kunoy Dávason, kr. 150.000