Leygardagin 3. desembur var skipað fyri einari lítlari bovlikapping fyri teimum ið hava gingið til bovling í Tórshavnar Kvøldskúla í vetur.
Kappingin var soleiðis skipað at øll bovlaðu eitt undanumfar fyrst, og bowlararnir vóru síðani bólkaðir.
Eftir hetta var eitt finaluumfar har vinnararnir í ymisku bólkunum skuldu finnast.
Úrslit bólkur 1:
Rói Wardum nr. 1, og Erla Marr Poulsen nr. 2
Úrslit bólkur 2:
Jann Joensen nr. 1, Meiken Olsen nr. 2, og Rúni Jacobsen nr. 3.
Úrslit bólkur 3:
Elis Michelsen nr. 1, Pauli Jacobsen nr. 2, Alexander Mittún Darvishi nr. 3 og Durita Strøm nr. 4.
Tillukku tit øll