Í gjár, 03-08-2020, skipaði Parasport fyri rennikapping á Svangaskarði.
Kappast var í teinunum 100, 200 og 400m, og 100m RaceRunning
Fyri nakrar av íðkarunum var hetta fyrstuferð at teir royndu seg í kapping, og kláraðu teir seg heilt væl millum nakrar av meir royndu íðkarunum.
Millum íðkararnar hesuferð vóru eisini teir rennararnir ið hava luttikið í ítróttartilboðnum sum Parasport og Miðnám á Kambsdali hava samstarvað um seinasta hálva árið.
Hetta var fyrsta kapping í frælsum ítrótti í ár, og er ætlanin at skipa fyri einari kapping afturat í september. Hendan verður lýst á heimasíðuni og facebooksíðuni hjá Parasport.
Úrslitini frá kappingunum vóru:
400 m renning
Heat 1
Nr 1. Júst 1.13,91
Nr 2. Aron 1.23,15
Heat 2
Nr 1. Jóannes 1.08,01
Nr 2. Símun 1.21,21
100 m renning
Heat 1
Nr 1. Rúni 0.14,75
Nr 2. Júst 0.16,69
Heat 2
Nr 1. Aron 0.14,07
Nr 2. Pauli 0.14,40
Nr 3. Jóannes 0.15,10
Nr 4. Símun 0.17,75
200 m renning
Heat 1
Nr 1. Rúni 0.30,82
Nr 2. Pauli 0.31,32
Nr 3. Júst 0.36,17
Heat 2
Nr 1. Aron 0.30,28
Nr 2. Jóannes 0.30,45
Nr 3. Símun 0.39,57
Racerunning
100 m
Nr 1. Ábraham 0.31,58
Nr 2. Martin 0.31,99