Hósdagin í farnu viku var borðtenniskapping hjá Parasport og Kvøldskúlanum.
Tað er hugaligt at tað legst til í hópinum ið spælir borðtennis, og eru nakrir sera góðir leikarar ið eisini venja í feløgum.
8 uttakarar vóru meldaðir til, í tveimum bólkum.
Í bólki 1 var Elis Michelsen nr. 1, Tummas Wilhelm nr. 2, Unn Mortensen nr. 3 og Fríði Petersen nr. 4.
Í bólki 2 var tað nýggi leikarin, Aksel Alberto ið var nr. 1, Rúni Jacobsen nr. 3, Elvin Weihe nr. 3 og Páll Patursson nr. 4