Sunnudagin 1. desembur var jólakapping í boccia í skúlanum við Løgmannabreyt.
Leikað var í tveimum bólkum, og vóru tað ávikavist Unn Mortensen og Rúna Falkvard ið vunnu kappingarnar.
Unn vann bólk A frammanfyri Hildu (nr.2) og Meiken (nr.3)
Sostatt gjørdi Smæran bart í bólki A
Í B bólkinum var tað hinvegin yvirvág at Svanaleikarum ið fóru heimaftur við heiðursmerkjunum.
Systrarnar Rúna og Rannvá Falkvard gjørdust ávikavist nr. 1 og nr. 2, meðan Ester Maria gjørdist nr. 3.
Parasport takkar lulttakaraunum fyri eina góða og spennandi kapping, og ynksir vinnarunum hjartaliga tillukku.