Tríggir føringar luttaka í NM í parasvimjing í Íslandi

25
.
November
2017

Hetta vikuskifti er norðurlendsk meistarakapping í parasvimjing á í Íslandi.

Parasport Føroyar hevur sent tríggjar svimjarar at luttaka hesuferð, í trimum ymiskum bólkum.Tey eru Krista Mørkøre, ið svimur í sterkastu bólkunum fyri fólk við rørslutarni, Abraham Norðgerð ið svimur í bólki fyri menningartarni, og Eyð Patursson ið svimur í bólki fyri fólk við Down Syndromi.Hetta er fyrstu ferð at svimjarar við Downs syndomi hava sín egna bólk í NM.Eyð Patursson, hevur í fleiri ár verið ein av Special Olympisku svimjarunum hjá Parasport Føroyum, og kunnu vit fegnast um at eisini svimjarar við Down Syndromi nú kunnu luttaka í parasvimjing á høgum støði.INAS sum tekur sær av flokking av svimjarum við menningarórógvi, hevur boðað frá at næsta stig er at gera eina roynd at gera ein flokk fyri fólk við autismu.Krista Mørkøre hevur ikki gjørt líka nógv við svimjingina, síðani hon luttók í Paralympisku leikunum fyri einum ári síðani, men hevur m.a. róð kapp í summar, og vant svimjing við síðuna av.Hon hevur síðani Ólavsøku fokuserað fult uppá svimjingina aftur, og er við at finna formin.Ábraham Norðgerð, luttekur fyri aðru ferð í kapping uttanlands, hann er bert 13 ár og luttekur í bólki fyri ung.Tey gera nógv burturúr kappingini í Íslandi, og verður hon eisini stroymað beinleiðis á http://einsisport.blogspot.is/2017/11/norurlandamoti-i-sundi-i-asvallalaug.htmlStartlistin er at finna á https://www.swimrankings.net/index.php?page=CalendarDetail&CalendarId=15444

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar