Tíðindi

Specialsport kapping í bogaskjóting

30
.
May
2023

Specialsport kapping í bogaskjóting

Leygardagin tann 15. apríl var fyrsta Specialsport kappingin í bogaskjóting hildin í hølluni hjá Bogaskjótifelagnum Tambar. Kappinging varð hildin fyri skjúttar við serligum tørvi úr bogaskjótifeløgunum í Føroyum.

Sjálvt um tað enn bara er felagið Tambar í Havn, ið hevur lið fyri fólk við serligum tørvi, eru fleiri feløg í Føroyum, ið hava skjúttar, sum venja regluliga, og sostatt vóru skúttar úr øllum feløgum boðin við.

Til kappingina luttoku 5 skjúttar úr liðnum hjá Tambar, umframt næmingar úr SSM á Glasir ið hevur bogaskjóting sum ítróttartilboð í samstarv við Tambar.

Kappingin varð hildin innandura við frástøðuni 15 metur og skotið varð á skivum ið eru 60 cm í diametur. At raka miðjuna á skivuni, svarar til at raka ein tennisbolt við 15 metra frástøðu. Skotið varð 2 umfør við 30 pílum og viðførir hetta, at hægsta stigatalið kundi verða 600 tilsamans.

Úrslitið av kappingini bleiv, at Alex vann við 408 stigum, Ívar fekk 406 stig og Anders fekk 313 stig. Hjá hinum luttakaranum var úrslitið, at Magni fekk 191 stig og Alexander fekk 91 stif. Øll ið luttóku fingu medaljur, sum er sniðgivnar til Specialsport tiltakið og eru gjørdar á Verkstaðnum Vón.

Reglurnar til kappingina eru gjørdar við støði í kappingarleistinum hjá Special Olympics. Tað vil siga, at skjútturnar verða bólkaðar eftir teirra støði. Úrslitið, tá fyrstu 30 pílarnir eru skotnir, verður brúkt til at bólka skjútturnar, soleiðis at næstu 30 pílarnar verða brúktir til at avgera, hvør hevur vunnið kappingina. Tó vórðu øll bolkað saman av tí at færri enn 8 skjúttar toku lut í kappingini. Eisini kann kappingin avgerast við finaluumførum og verður hetta brúkt í komandi kappingum.

Royndirnar við bogaskjóting fyri fólk við serligum tørvi, eru fingnar gjøgnum venjingartilboð í samstarvi við SSM á Glæsir í Havn. Tilboðið um at kunnu fara til bogaskjóting byrjaði í 2021, og frá september 2022, hava eisini verið venjingar hvørt mánakvøld hjá Tambar.

Hugskotið til at byrja regluligar venjingar fyri ungu við serligan tørvi, kemur frá tiltøkum fyri frítíðartilboðið “Jollyklubb” ið hevur verið til bogakjóting 1-3 ferð hvørt hálvár seinastu mongu árini. Eisini hava vikuskiftisbólkarnar fyri ung verið og skotið, umframt at starvssfólk frá Verkstaðnum Vón eisini hava verið framvið.

Royndirnar vísa, at “bogaskjóting er fyri øll”. Tað er til dømis gott fyri sosialu samveruna, ítrótturin styrkir um evnini at hugsavna seg og so fær íðkarin goðar upplivingar í felagsskapi við onnur.

Venjing í bogaskjóting fyri fólk við serligum tørvi heldur fram hvønn mánadag kl. 18.30-20.00 frá september til juni. Best er at siga frá áðrenn til venjarin Michael H. Feldballe Hansen á Messenger ella á telefon 229221.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar