Á ítróttarfagnaðinum sum ÍSF skipaði fyri leygarkvøldið var Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB valt at verða ársins ítróttarÁTAK 2022.
Special Olympics fótbóltliðið er eitt lið fyri vaksin við serligum avbjóðingum ið byrjaði sum eitt samstarv ímillum Parasport, FSF og Havnar Bóltfelag.
Liðið hevur vant undir leiðslu av HB seinastu 7 árini, og er nú væl integrerað í felagið.
Umframt regluligar venjingar, so hevur liðið luttikið sum landslið í Special Olympics smálandakapping í Liktinstein seinasta heyst, og vunnu teir har B-bólkin.
Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við heiðrinum ársins ítróttarÁTAK 2022