Ein av stóru opnu svimjistevnunum í Danmark er Køge Open, har ið føroysk feløg stundum luttaka. Í ár liggur stevnan vikuskiftið 10-12 november og sendir HS svimjarar frá 3. og 4. liði avstað.Við í hópinum er Signa Vár Dávadóttir, sum er Special Olympics svimjari; hon hevur í skjótt 6 ár vant við kappingarliðum hjá HS, fyrst á 4. og seinastu árini við 3. liði.Hon er tilmeldað 8 greinir, her í teirri raðfylgju tær verða avgreiddar:100m Blandað, 200m Frí, 50m Firvald, 800m Frí, 100m Rygg, 100m Frí, 50m Rygg og 400m Frí.Tó er tað soleiðis á hesi stevnu, at avmarkað tal er av riðlum í ávísum greinum og tilmeldaðir svimjarir, sum ikki sleppa uppí part, fara tá á ein tiltakslista, so kemur eitt avboð, verður plássið boðið næsta á tiltakslistanum.Svimjiárið 2017-18 hjá SSF er rættuliga komið í gongd og 3 svimjistevnur eru avgreiddar, tann fyrsta í Havn, tann seinna í Klaksvík og tann triðja var Føroyameistarastevnan á Stuttgeil 2017 II dagarnar 3-5 november har Signa Vár á øllum stevnunum hevur sett nýggj persónlig met í fleiri greinum.Meira kunning um Køge Open sæst á kopen.dk
Signa Vár til Køge Open við 3. liði hjá Havnar Svimjifelag.
No items found.
No items found.
Set teg í samband
við okkum í dag
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.