Seinastu vikuna hevur Signa Vár Dávadóttir NæsJoensen kappast í para-svimjing í INAS Global Games í Brisbane, Australia.
INAS stendur fyri “altjóða ítróttarsambandið fyri úrvals (elitu) ítróttarfólkvið menningarórógvi”, og er hetta fimtu ferð at tey skipa fyri Global games.
Umleið 1000 luttkakarar úr 50 londum luttaka í leikunum ið byrjaðu 12. Oktoburog enda í morgin 19. Oktobur.
Signa Vár hevur kappast í 10 svimjigreinum, oghevur hon vunnið heili 9 heiðursmerkir, 3 gull og 6 silvur, umframt at hon varnummar 2. í 200m blandaðari svimjing.
Úrslitini vóru hesi:
50 m frí,32:95, tilmeldingartíð 34:42 – Silvur
200 m blandað, 3:05.45, tilm. 3:10.62– non medalevent
100 m rygg, 1:25.29, tilm. 1:28.05,– Gull
100 m bringa,1:38.17, tilm. 1:47.11 –Silvur
50 m rygg 39.46, tilm. 40.77 – Gull
200m frí, 2:38.48, tilm. 2:43.90- Silvur
50m firvald, 35.84, tilm. 0:37,92 -Silvur
100m Firvald 1:23.32, tilm. 1:23.15 - Gull
100m frí 1:12.09, tilm. 1:11,98 - Silvur
50m bringa 0:45.44, tilm. 0:47,55 - Silvur
Signa Vár hevur seinastu nógvu árini svomið íHavnar Svimjifelag, men seinastu mánaðirnar hevur hon gingið áítóttareftirskúlanum í Vági, og hevur vant undir leiðslu av Jón Bjarnasoneisini, so treytirnar at fyrireika seg til kappingina hava verið góðar.
Hon hevur svomið persónligar bestu tíðir á langgeil í nærum øllumkappingargreinum, so hon og venjari hennara á ferðini, Barbara Holm, eru sera vælnøgdar við kappingina.
Heimferð teirra byrjar í morgin, og verða lenda tær í Vágum sunnudagin kl 1340.
Niðanfyri er mynd av Signu Vár við øllum heiðursmerkjunum.