RØRSLUFAGNAÐUR

23
.
May
2018

At røra seg er gott.At gera tað saman við øðrum er enn betriOg at gera tað á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, er ein sonn frøiTað er í hesum anda, at Fólkaheilsuráðið í samband við Útivikuna, skipar fyri einum hugtakandiABC-tiltaki har øll kunnu vera við. Tað einasta, ið krevst, er, at tú kemur akkurát soleiðis, sum túertEndamálið er at síggja so nógv ymisk menniskju savnast og røra seg saman sum møguligt.Tí øll hava brúk fyri at røra seg, og ongantíð betri um hetta kann gerast til eina enn betri upplivingvið at gera tað saman við øðrum. Tað er saman við øðrum at vit vaksa.Vit møtast á Vaglinum fríggjadagin 25. mai kl. 10.00 um morgunin, og byrja tann 5 km. túrin fráVaglinum. Leiðin gongur síðani til Tyrlupallin, og síðan venda vit við aftur til Vaglið. Tó so, taðber til at venda við, tá ein metir seg hava rørt seg nokk. Tí minst til; bara við at luttaka, ert tú viðog hevur longu klárað tað.Øll rørslutól kunnu nýtastUmframt at brúka beinini og armarnar og øll sløg av súkklum, kunnu øll onnur hugsandi rørslutól,ið eru egnaði at flyta seg við, brúkast. T.d. rulluskoytur, rennifjøl, rullistól, rolator, Zigboard,rennihjól, rennisúkkla, høkjur, hoppistavur, trillibøra, kassabilur og barnavognur.Ljóð og litirErt tú ein, ið vil hava ljóð og litir yvir fjøldina so læt teg í okkurt spraklandi og litfagurt og tak sokanska tínar trummur, gittara, saksofon, grýtulok, klappi-posar ella tað tú hevur hug til við. Og lætso tíni fagnaðarljóð hoyrast.Tú verður ikki einsamøll/mallur um at lyfta stemningin. Umframt ein eldblásara og ein bil, ið fylgirgongdini við lívgandi tónleiki, verður ein kveikjandi upphiting, áðrenn vit fara frá Vaglinum.Ymiskt virksemi við leskiligum afturviðAftaná rørslutúrin verður skipað fyri ymiskum uttandura virksemi á Vaglinum og har umleiðir.Hetta fyri veruliga at leggja dent á boðskapin í ABC, so høvi er at verða hugbundin í virksemisaman við øðrum á ymiskan hátt og heilsa uppá nýggj andlit. Eitt nú verður møguleiki at gera útijoga,ganga á línu, gera ABC-hugleiðingar, spæla stórt talv, ymisk kritspøl o.s.fr.Afturvið øllum hesum, ber til at fáa sær okkurt leskiligt aftur við. FK og Tórshavnar kommunastanda fyri hesum. Saman bjóða tey fríska og turkaða frukt, grønmeti, kaffi, te, nøtur og leskiligtvatn.Eitt grønt tiltakVit miða eftir at brúka so lítið av burturkasti sum møguligt. Tað er í hesum anda, at vit fara at heitaá tey luttakandi at taka sín egna kopp, krúss, dunk ella kanska okkurt heilt triðja við. Um ikki bertil at hava tað, ein hevur tikið við, í einum ryggsekki ella øðrum, fer at bera til at seta tað frá særtil varðveitslu til komið er aftur á Vaglið.So er bara eftir at siga, at vit fegin vilja síggja teg og tey tú hevur hug at taka við tær til hetta tiltak.Ongantíð betur um tú ert líka sum øll onnur – nevniliga øðrvísiFólkaheilsuráðið

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar