Tíðindi

Reyni Service stuðlar Parasport Føroyar

19
.
February
2019

Parasport Føroyarog Reyni Service hava undirskrivað fýra ára langa stuðulsavtalu ið skal veravið til at tryggja menningina av RaceRunning sum ítróttargrein í Føroyum.

RaceRunning er slóðbrótandi ítrótt fyri fólk við skerdari javnvág.
Ein RaceRunner er ein serframleidd 3 hjóla rennisúkkla uttan pedalir, harjavnvágin ikki er ein trupulleiki.
Tí er RaceRunning ein upplagdur ítróttur til m.a. spastikarar, fólk við gikt ogamputeraði.

Ítrótturin gevur fólki við breki, ið vanliga bert kunnuflyta seg við el. koyristóli, manuellum koyristóli ella gongurollator,møguleika at flyta seg við egnari megi, og gevur sjálvt teimum við størstubrekum eina kenslu av at flyta seg frítt og at renna.

Parasport hevur áður fingið nakrar RaceRunner súkklur fráKiwanis Tórshavn, ið fólk úr øllum landinum longu brúka.

“Tað er okkum eingleði at vera við til at stuðla virkseminum hjá Parasport Føroyum. Serliga viðatliti til RaceRunning, har Føroyar longu hava ítróttarfólk sum gera seggaldandi á altjóða støði.” Sigur Sámal av Reyni stjóri á Reyni Service

“Vit eru sera fegin um at Reyni Service velur at stuðla RaceRunning,ið gevur fólki ið annars hava trupult við at flyta seg við egnari megi, einmøguleika at íðka ítrótt og harvið eisini fáa heilsufremjandi árini av rørslu”sigur Egga Jensen ið er formaður í Parasport Føroyar.

Frammanundan hava eisini Toyota international og IPC“altjóða paralympiski felagskapurin” gjørt avtalu ið ger at IPC kann at stuðlaøllum limalondunum við verkætlanum ið menna para-ítróttin, so sannast má atToyota nú er ein av stóru viðleikarunum hjá para-ítróttinum

Parasport Føroyar vónar at avtalan kann viðvirka til atenn fleiri føroyingar fáa eyguni upp fyri RaceRunning.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar