Nú okkara nýggja strategi skal setast í verk, leita vit eftir einum verkætlanarfólki, sum saman við okkara ítróttaráðgeva, skal seta í verk ymisk átøk sum nevndin hevur sett sum fokusøki í strategiini.
Av tí at hetta starvið er nýtt og kemur afturat verandi starvsfólki, kemur viðkomandi ið settur verður, at mynda starvsinnihaldið, saman við ítróttaráðgevanum og starvsnevndini.
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum sersambandi innan ÍSF í stórari menning.
Vit vilja finna rætta persónin, og eru tilreiðar, at avtala nærri hvussu arbeiðstíðin skal vera, bæði um parttíðarsetan og setan fulla tíð í verkætlanartíðarskeiðinum, sum ætlandi er tvey ár at byrja við, við møguleika at leingja starvstíðina eftir verkætlanartíðarskeiðið.
Uppgávurnar eru m.a. at:
• Vera við at fyriskipa venjingar, kappingar, og ítróttadagar o.a.
• Vitja viðkomandi feløg, barnagarðar, skúlar og stovnar,
• Rekruterara íðkandi og venjarar, og í samstarvi við lokal ítróttafeløg og avvarandi seta venjingar á stovn. skipa venjingartilboð.
• Samskifta við venjarar fyri hvørja ítróttargrein.
• Samskipa venjara-, dómara- ella og øðrum onnur viðkomandi skeiðum.
• Hjálpa til á skrivstovuni eftir tørvi.
• Skipa fyri felagsfundum kring landið, bæði fyri íðkandi og avvarandi.
• Møguleiki fyri at verða ferðaleiðari til kappingar og/ella venjingarlegur uttanlands.
Fyrimunur (tó ikki krav) er um tú hevur útbúgving innan ítrótt, kropp ella rørslu, venjaraútbúgving/royndir, royndir at skipa fyri tiltøkum og fundum, og hevur royndir at leggja langtíðarætlanir, sum verða fylgdar.
Vit vænta at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og ikki er bangin fyri at seta nýggj átøk í verk.
Arbeiðstín er skiftandi um dagin, um kvøldið og í vikuskiftum, og neyðugt er at umsøkjari hevur koyrikort.
Arbeitt verður útfrá skrivstovuni í ÍSF-húsinum í Tórshavn.
Barnaváttan er kravd.
Starvið verður lønt sambært nærri avtalu.
Freistin at søkja starvið er 10. august 2023.
Umsókn skal sendast til: parasport@parasport.fo
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at skriva teldupost til parasport@parasport.fo
Ella ringja til Petur Elias Petersen, formann á nr 210299 ella ítróttaráðgevan Trónd Ravnsfjall á nr 217975
Strategiin hjá Parasport Føroyar
Missión: Øll kunnu íðka
Visión: Øll skulu hava møguleika at íðka á hóskandi støði og mennast í felagsskapi
Tey fimm fokusøkini
Fyri at kunna náa visjónini og veita øllum møguleika at kunna íðka á hóskandi støði og at mennast í felagsskapi, fer Parasport Føroyar komandi fimm árini at arbeiða við fimm fokusøkjum
1: Greina og styrkja fyriskipanarliga partin
2: Styrkja tilvitanina í samfelagnum um Para-rørsluna og Special Olympics-brandið
3: Vaksa um breiddina og styrkja elituna
4: Fremja inklusjón
5: Betra um og birta undir samstarv við viðkomandi feløg og samstarvsfelagar