Frælsir ítróttir

Parasport Føroyar og Miðnám á Kambsdali hava gjørt slóðbrótandi avtalu

31
.
January
2020

Í samstarvi við serbreytina á Miðnámi á Kambsdali fer Parasport Føroyar nú at bjóða eitt serligt venjingartilboð til næmingar, ið vilja tvinna saman ítrótt og útbúgving. Serbreytin er serlig breyt fyri tey, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Við at samantvinna miðnámsskúla og venjing ynskir Parasport at geva næmingunum á serbreytini, sum ynskja at íðka ítrótt, eitt spennandi tilboð.

–Vit ynskja bjóða ungum við serligum avbjóðingum eitt munagott ítróttartilboð ogvónandi eisini rekrutera fleiri íðkarar. Tí royna vit nú hesa skipan, sum erfyri tey, ið veruliga ynskja at íðka ítrótt. Hesi fáa nú møguleikan atsamantvinna venjing og miðnám. Í tímatalvuni verður gjørt pláss fyri tveimumvenjingum í frælsum ítrótti um vikuna, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttaráðgevifyri Parasport Føroyar.

Málbólkurineru íðkarar av báðum kynum, sum veruliga vilja royna seg við frælsum ítrótti.Her verður til dømis hugsað um næmingar, sum við tíðini kunnu koma upp á tal atroyna seg í kappingum uttanlands.

-Á Kambsdali taka vit altíð væl ímóti samstørvum, ið kunnu stimbra gerandisdaginhjá næmingunum. At seráhugamál hjá næmingum og skúlagongd samstarva og gangahond í hond er ein vinningur fyri báðar partar. Í fjør gjørdu vit eina avtaluvið FSF, og tað hevur eydnast væl. Tí fegnast vit nú um, at Parasport Føroyarsum tað næsta sersambandið undir ÍSF, eisini tekur stig til slíkt samstarv,sigur Páll Isholm rektari á Miðnámi á Kambsdali

Framtil summarfrítíðina er “Parasport ítróttartilboðið” í størstan mun ætlað teimumnæmingunum, sum eru knýttir at serbreytini. Ætlanin er tó eisini at geralíknandi tilboð fyri ung, ið ganga á hinum breytunum, og sum hava kroppsligaravbjóðingar ella rørslutarn.

Ungfólk, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á “Parasportvenjingartilboðnum”. Tey hava sjálvi ábyrgd av at avtala við møguliganarbeiðsgevara, dagtilboð ella skúla, at viðkomandi kann møta til ásettuvenjingarnar, sum eftir ætlan verða týsmorgun og hósmorgun klokkan 08:00 til09:30.

Tey, ið ynskja at vita meir ella søkja um upptøku til “Parasport venjingartilboðið”, kunnu møta á kunningarfundi á Miðnámi á Kambsdali mikudagin 5. februar kl. millum 18 og 21. Eisini ber til at venda sær beinleiðis til skrivstovuna hjá Parasport.
Venjarar og umboð fyri Parasport Føroyar gera eina meting av einstøku íðkarunum og gera av, hvør kann verða upptikin.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar