Tíðindi

Parasport bjóðar til tiltak fyri fólk við CP

19
.
September
2019

Leygardagin 28. Septembur bjóðar Parasport til tiltak fyri fólk við CP í ítróttarhøllini á skúlanum við Løgmannabreyt.
Endamálið við tiltakinum er at kunna um gagnligu ávirkanina av at verða kropsliga virkin,
um hvørjir ítóttir eru væl egnaðir til hendan málbólkin, og høvið verður eisini at royna onkra ítróttargrein.

Tiltakið er ætlað fóki við ymiskum stigum av CP í øllum aldri, avvarðandi teirra og øðrum áhugaðum.

Skrá:
Byrja verður Kl 1000 vælkomin, Tróndur Ravnsfjall frá Parasport
-Katrin Dagbjartsdóttir greiðir frá yrkisleið sínari sum svimjari.
-Ábit, og høvið verður at seta spurningar.
Aftaná verður møguligt at royna ítróttir og tosa við venjarar.

Tiltakið varir uml 2,5 tíma við øllum.

Tiltakið er ókeypis, men fyri at kunna leggja til rættis er neyðugt at melda til á https://forms.gle/4GSVynpU8Amwf5H86

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar