Hesa vikuna skipar altjóða felagsskapurin CAFE (Centre for access to football in Europe) for einari Week of Action, ið hevur til endamáls at varpa ljós á umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek.
Hendan vikan hevur fingið heitið #TotalAccess.
Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar skrivaði í januar undir eina samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út para-fótbólt kring alt landið.
Ein natúrligur partur av hesum er eisini at tryggja, at øll hava eins góð atkomuviðurskifti til fótbóltsvøllirnar kring landið.
FSF luttekur í #TotalAccess vikuni við, at para-fótbóltsleikarar fara at fylgja liðinum hjá HB og B36 á vøllin í samband við Stórsteypadystin hjá monnum.
Sum partur av samstarvinum við CAFE og Parasport Føroyarverður seinni i ár skipa fyri einari verkstovu, har umboð frá CAFE koma atkunna føroysku feløgini um, hvussu man tryggjar góð atkomuviðurskifti fyri øll.Samstundis koma umboð fyri CAFE eisini at hyggja eftir nøkrum leikvøllum ogkoma við uppskotum til betring.
Møguleiki er at lesa meira um arbeiðið hjá CAFE á: http://www.cafefootball.eu/