Leygardagin 22. oktobur verður norðurlendsk Special Olympisk fimleikakapping í Badmintonhøllini í Havn.
Tað eru Parasport Føroyarog fimleikafelagið Ljósið sum skipa fyri kappingini.
Luttakarar í kappinginikoma úr Íslandi, Danmark, Noregi og Føroyum.
Framførslurnar byrja kl.09.00 tá flokking av íðkarunum er á skránni.
Kl. 11.45 verðursetanarhald, og sjálv kappingin verður frá kl 12.00 til uml. kl 15.00
Endamálið við kappingini,er at geva føroysku fimleikarunum, Loppunum, møguleika at kappast á heimagólvi,at menna samstarvið ímillum fimleikaumhvørvini í norðurlondum, og at vísa ámøguleikan hjá fólki við menningartarni at gera fimleik.
Øll eru vælkomin athyggja eftir kappingini, og tað er ókeypis atgongd.
Parasport Føroyar og fimleikafelagið Ljósið