Hósdagin 12. desembur var bovlikapping í Leirvík.
26 bovlarar møttu til ársins seinastu Special Olympics kapping, og var bovlað í trimum deildum.
Vinnararnir í ymisku deildunum vóru:
Deild 1: nr. 1 Jan Joensen, nr. 2 Elis Michelsen, nr. 3 Aleksandur Mittún
Deild 2: nr. 1 Gutti Eliassen, nr. 2 Jóna Sólrun Petersen, nr.3 Mia Jóhanna Davidsen Klein
Deild 3: nr. 1 Símun Foldbo, nr. 2 Eyð Patursson, nr. 3 Fía Joensen
Hetta var seinasta jólakappingin í ár, og frøðast vit um methøgt tal av luttakarum í ársins Special Olympics jólakappingum.
Heili 76 glaðir íðkarar hava luttikið í hesum 4 jólakappingunum sum umfata ítróttirnar svimjing, borðtennis, boccia og bovling, og fleiri nýggj andlit hava eisini verið at sæð.
Við hesum vilja vit nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár, vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur í 2025.
Takk fyri í ár.