Tíðindi

Ítróttarfelagið Svanur 10 ár

16
.
September
2019

Mánadagin 16. septembur fer ítróttarfelagið Svanur at hátíðarhalda 10 ára dagin, við einum stórum ókeypis Betri ítróttartiltaki í Bylgjuni í Runavík – seinni verður móttøka í Skótahúsinum við Løkin.

Til Betri ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, florball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti.

Orkestið Ælabogin kemur at spæla nøkur løg, og eisini fer fimleikaliðið Loppurnar at framføra ymiskt.

Skráin fyri dagin:
kl.16.00 – 18.00 Betri ítróttartiltak í Bylgjuni í Runavík
kl.18.00 – 20.00 Móttøka og ábit í Skótahúsinum við Løkin

Ítróttarfelagið Svanur, ið hevur heimstað við Saltangará, er ítróttarfelag fyri rørslu - og menningartarnað í Eysturoynni. Svanur, ið varð stovnað í 2009, var fyrsta felag undir ÍSB, nú Parasport Føroyar.

Endamálið við Svani er at fáa rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis at tey á tann hátt kunnu fáa likamliga venjing og sosiala samveru.

Svanur hevur ment seg líðandi síðan stovnanina, og er í dag vælvirkandi og virkið felag við hundrað limum. Grundleggjandi virki felagsins er tað sama sum tá ið felagið varð stovnað, men munurin er kortini tann, at Svanur sum heild er vorðin ein kendur og náttúrligur partur av ítróttar- og mentanarlívinum í Eysturoynni.

Parasport Føroyar ynskir Svani hjartaliga tillukku við 10 ára degnum, og blíðan byr framyvir.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar