Paralympisku leikirnir

Hávard Vatnhamar vann bronsu í altjóða Paratriathlon kapping í U.S.A.

9
.
October
2017

Hávard Vatnhamar (41) vann, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, bronsu heiðursmerki í altjóða Paratriathlon kapping.Hetta hendi í Sarasota í Florida í gjár, 8. oktober tá ITU skipaði fyri Paratriathlon World Cup.Hávard, sum býr og venur í Danmark, er helst einasti Føroyingur ið íðkar Paratriathlon, og var hendan kappingin eitt stig á leiðini hjá honum at royna at vinna sær nokk av stigum til luttøku í Paralympisku leikunum í Tokyo 2020.Av tí at Føroyar ikki hava limaskap í ITU (altjóða triathlon sambandinum), kappast Hávard undir donskum flaggi í ITU kappingum, men tá tað kemur til Paralympiskar kappingar ynskir Hávard at kappast undir Merkinum, og er tað í hesum sambandi at samstarv við Parasport Føroyar er komið í lag.Hávard fær stigini frá 2017 við sær í puljuna, men verða 2018 og 2019 avgerðandi fyri um tað fer at eydnast at røkka málinum.Parasport Føroyar ynskir Hávardi hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, og allarbestu eydnu við fyrireikingunum til komandi Paratriathlon kappingarár.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar