Tíðindi

Hávard Vatnhamar í uppskoti til ársins ítróttarnavn.

1
.
February
2019

Í dag, fríggjadagin 1. februar klokkan 16.00 verður ”Ársins ÍtróttaNAVN 2018” avdúkað á samkomu, sum Ítróttasamband Føroyar skipar fyri í Smæruni í Havn.
ÍSF hevur nú kunngjørt hvørji eru í uppskotið til heiðurin.

Tey eru Hávard Vatnhamar, paratriatlon; Signhild Joensen, svimjing; Torkil Veyhe, súkkling og Vípan (Støkk), estetiskiur fimleikur.

ÍSF sigur um treytirnar, at ”Ársins ÍtróttaNavn” skal eitt nú hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á altjóða stigi. Tað eru ser- og menningarsambondini, sum kunnu innstilla sambært hesi mannagongd:

- Bert nøvn, sum umboða ser- og menningarsamband undir ÍSF kunnu viðmælast. Tó kunnu ítróttargreinar, sum eru góðkendar undir IOC, men ikki umboðaðar í Føroyum, viðmælast. Starvsnevndin í ÍSF velur millum innkomnu uppskotini og ger endaligu innstillingina. Tað eru ítróttafjølmiðlafólk sum atkvøða um hvør skal verða Ársins ÍtróttaNAVN. 

Á samkomuni verður Ársins ÍtróttaÁTAK eisini funnið, umframt at heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar