Sunnumorgunin rann Hávard paramaraton í gøtunum í Tokyo í klassanum T46
Málið var at renna hetta maratonið undir tríggjar tímar, og kom hann á mál við tíðini 2 tímar 58 minuttir og 27 sekund.
Hetta var nokk til eina plasering sum nummar 10 av 12 sum byrjaðu.
Vinnarin var úr Kina, nr. tvey var úr Brasil og nr. 3 var úr Japan.
Tó at Hávard kom inn sum nummar 10, so var hann helst nummar eitt í hjørtunum á Tokyo búgvunum.
Hann vísti stórt yvirskot alla rutuna við at vinka til áskoðararnar, og enntá steðgaði hann á við keisarapalassið at bukka í respekt.
Hetta vakti, sum verða man, ans og gleddi mannamúgvuna ið var komin saman at stuðla rennarunum.
https://twitter.com/kyoichi1964/status/1434351388272697348
Hávard lá aftast stóran part av teininum, men Marokkanarin mátti geva upp eftir 30km, og seinastu 2km vant Hávard burturúr rennaranum úr Peru, og kom inn 2 minuttir og 23 sekund áðrenn hesin.
Twitter og Instagram kóka av uppsløgum um íðkaran frá Feroo Shotoo (Føroyum) , og Hávard hevur veruliga glett Tokyobúgvar í dag og sett Føroyar á kortið her í Japan.
Í kvøld verður endahátið her tvs.á middegi í Føroyum, og skal Hávard sjálvandi bera Merkið inn eina seinastu ferð.
Ímorgin gongur leiðin heimaftur, og verða vit frammi í annaðkvøld.
#FøroyarTilPL