Fyri fyrstu ferð síðani 1994, verður nú aftur norðurlendsk meistarkapping í para frælsum ítrótti.
Kappingin verður í leygardagin 20. og sunnudagin 21. august í Bollnäs í Svøríki, og eru umleið 60 ítróttarfólk úr øllum norðurlondum tilmeldað.
Føroyar hava eitt umboð við, Hávard Vatnhamar, sum skal renna 1500 og 5000m teinarnar í flokkinum T46.
Um vónirnar til kappingina sigur Hávard. "Tað eru nakrir sera sterkir rennarar við í kappingini, og fari eg fyrst og fremst at fokusera uppá at royna at betra mínar persónligu bestu tíðir.
Eg venji til maraton í Amsterdam 16. oktobur, og hóast hetta eru styttri teinar enn eg eri vanur við, er hetta ein fínur møguleiki at halda kappingarformin viðlíka."
Kappingin í 1500m verður leygardagin kl 15.00, og kappingin í 5000m verður sunnumorgunin kl 11.15.
Meir kunning um NM fæst á https://idrottonline.se/BollnasFIK-Friidrott/tavlingar/tavlingar2022/NordicChampionshipParaAthletics