Sunnudagin var skipað fyri DM í para-súkkling.
Hávard Vatnhamar, ið vit kenna frá para-triatlon hevði meldað seg til kappingina, og gjørdi hann bart, og vann kappingina.
Sostatt kann Hávard kalla seg danmarks meistara í parasúkkling 2020.
Í einari tíð har allar para-triatlon kappingar eru avlýstar er gott at fáa roynt seg í kapping.
Hetta er við at halda motivatiónina uppi, og gevur mær eina meting av venjingarstøðu mínari, sigur Hávard Vatnhamar.
Les meir um kappingina á heimasíðuni hjá Parasport Danmark
Parasport Føroyar ynskir Hávardi tillukku við DM