Í gjár 15/10 var fyrsti kappingardagur hjá Eydnu í Denmark para-badminton international kappingini.
Hóast Eydna tapti báðar dystirnar, so er týðilig framgongd at hóma.
Fyrrapart spældi hon ímóti einari damu úr Russlandi, nr. 6 á heimsstyrkilistanum, og eysæð var at hendan hevði nógvar royndir og er sera sterk.
Seinnapart spældi hon ímóti einari damu úr Brasilia, og tá gekk betur. Eydna var róligari í spælinum, gav nr. 20 á heimsstyrkilistanum góða mótstøðu í fleiri førum.
Næsti dystur er ikki endaliga ásettur enn, men verður helst í morgin ímóti einari damu úr Russlandi ið ikki er á styrkilistanum enn.
So spennandi verður at fylgja við hvussu tað fer at ganga.
Koyr á Eydna