Hósdagin 12. Desembur var árliga jólakappingin í borðtennis hjá Parasport.
Luttakararnir vóru hesuferð bólkaðir í tveir bólkar fyri at geva eina javnari kapping.
Í bólki 1 var tað Fríði Petersen sum vann, Rúni Jacobsen var nr 3, og veteranurin Elvin Weihe var nummar 3.
Bólk 2 vann nýggja stjørnuskotið Tummas Wilhelm í tættari kapping við Elis Michelsen , ið eisini leikti eina sera góða kapping, meðan Unn Mortensen, ið helst hevur vunnið fleiri kappingar enn nakar annar, hesuferð var nr. 3.
Tað er sera hugaligt at síggja at tað legst til við borðtennisleikarum.
Hjartaliga tillukku Fríði og Tummas