Nú er NM í parasvimjing 2017 av, og er greitt at føroysku luttakararnir stóðu seg væl í kappingini.Ábraham Norðgerð var, við sínum 15 árum, yngsti luttakarin í allari kappingini, men megnaði hann at vinna eiit bronsuheiðursmerki í 50m frí.Besta úrslitið hjá Eyð Patursson var eitt 8. pláss í 50m ryggsvimjing.Krista Mørkøre vann 3 silvurrheiðursmerki, og 2 bronsuheiðursmerki.Eisini tók hon egið met í 100m. frí og 50m firvald, so ikki kann sigast annað enn at hetta hevur verið eitt flott “comeback” av Kristu.Í kappingum har tað ikki eru so nógvir luttakarar úr hvørjum bólki, verður ein serlig stigatalsskipan brúkt fyri at finna bestu svimjararnar í mun til sítt brek, og ger hetta at hóast ein svimjari svimur fyrst á mál ,og kanska best í sínum bólki, so kann ein svimjari úr lægri bólki fáa fleiri stig. Hendan stigatalsskipan var brúkt í Íslandi.Úrslititni síggjast annars á https://www.swimrankings.net/services/CalendarFile/19758/live/index.html
Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í Íslandi
No items found.
No items found.
Set teg í samband
við okkum í dag
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.