Á fyrsta sinni luttaka føroyingar í altjóða Para-Badminton kapping.Tað eru Vilhelm Clementsen (19 ár) og Eydna Mouritsen (13 ár) ið skulu kappast í Spanish Para-badminton International, ið verður á Mallorca 6.-11. Mars.Parasport Føroyar hevur í eitt gott ár samstarvað við Havnar badmintonfelag og Badminton sambandið um felags para-badminton venjingar, og verður nú ein roynd gjørd at luttaka í kapping.Samstarvið kom í lag tá Havnar Badmintonfelag fekk nýggjan venjara úr Portugal, Paulo Pinheira, ið hevur drúgvar royndir, og stóran áhuga fyri para-badminton.Umframt felagsvenjingarnar, venur Vilhelm vanliga í Havnar badmintonfelag, og Eydna venur í Miðvágs badmintonfelag.Endamálið við ferðini er at geva luttakarunum royndir á altjóða støði, og at fáa luttakararnar flokkaðar, soleiðis at staðfestast kann hvønn bólk tey hoyra til.Sjálv kappingin byrjar 8. Mars, og finalurnar verða 11. Mars.Vit ynskja teimum góða ferð, og bestu eydnu við kappingini.
Føroysk luttøka í altjóða para-badminton kapping.
No items found.
No items found.
Set teg í samband
við okkum í dag
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.