Formansfrágreiðingin 2022

19
.
March
2022

Á aðalfundinum hjá Parasport sum var leygardagin 19. mars legði formaðurin Petur Elias Petersen fram frágreiðing frá farna árið.
Frágreiðingin kann lesast niðanfyri.

Góðu aðalfundarluttakarar

Hetta er, sum kunnugt,mín fyrsta formansfrágreiðing sum formaður fyri Parasport Føroyar.

Árið 2021 hjá Parasport var eisini nógv merkt av koronustøðuni.  Flestu kappingar uttanlands vóru avlýstar ella útsettar, og torført var fylgja ætlanini, ið var stungin út í kortið.
Í staðin varð orkan løgd her heima við at menna ítróttirnar og fólkini rundanum ítróttina í 2021.

Hóast korona leikaði, so eydnaðist at skipa fyri árligu FM og jólakappingunum í svimjing, borðtennis,boccia og bovling.
Vit kunnu staðfesta at luttøkan onkuntíð hevur verið størri, men tó gleðast vit um at hampilig luttøka var í øllum kappingunum.

Eisini varð hildið áfram við arbeiðinum at rekrutera ítróttafólk, onkur byrjaði, nøkur vóru og royndu venjingar fyri fyrstu ferð og uppaftur onnur koma væntandi afturat eftir at tey og foreldrini hava hugsað seg nærri um.

Hávard Vatnhamar og Ítróttarraðgevin hava eftir Paralympisku leikirnar haft samrøður við nakrar potientiellar íðkarar og vónandi síggja vit í framtíðini jalig úrslit frá hesum.

Arbeitt verður framhaldandi við at rekrutera íðkarar í øllum ítróttargreinum, og at geva teimum ið vísa hegni og árræði, møguleika at mennast og royna seg í heimligum og altjóða kappingum

Men ikki tykkum at siga, so er tað oftast eitt langt sogt trekk at fáa nýggj út at íðka sum kanska ikki eru, ella hava verið von við at vera aktiv í frítíðini.

Aftur í ár, hevur verið skipað fyri venjaraskeiðum fyri venjarar og hjálparfólk, ið venja fólk við menningartarni.
Harumframt hava badmintonvenjararnir luttikið á parabadminton venjaraskeiðiði í Estlandi.
Tilsamans luttóku umleið 50 venjarar og hjálparfólk á venjaraskeiðum í 2022.

Nakrir av Special Olympics svimjarum okkara vóru á venjingarlegu í Vági á várið 2021, og fleiri teirra vóru eisini á venjingarlegu í Spania í heystfrítíðini.

Størsta tiltakið í 2021 var uttan samabering Paralympisku leikirnir í Tokyo, ið nú endiliga kundu haldast, eitt ár seinni enn ætlað.

Føroyar hava havt umboðan á øllum Paralympisku leikunum síðani Parasport/ÍSB var stovnað í 1980,oftast í svimjing, og hesuferð var tað Hávard Vatnhamar ið umboðaði Føroyar, í para-maraton.
Fyrireikingin til leikirnar gingu rímiligt, havandi truplu umstøðurnar, bæði við Corona og at Hávard mátti skifta ítróttagrein vegna manglandi kvalifikatiónsmøguleikar.

Hávard Vatnhamar, sum upprunaliga kappaðist í triatlon, hevði ikki stórar royndir at renna langar teinar, men hóast hetta kom hann inn á einum 10. plássi við einari tíð ið lá innanfyri tað hann hevði sett sær sum mál.

Týdningurin at luttaka í Paralympisku leikunum skal ikki undirmetast, tí hetta vísir øðrum ítróttarfólkum í Føroyum hvussu langt ein kann náa um ein hevur áræði og viljan at leggja tíð og orku í ítróttin.

Fótbóltur hevur nøkur ár á baki í parasport høpi, og eru dag tvey lið fyri vaksnar leikarar.
Eitt í Havn undir leiðslu av HB venjarum, og eitt á Toftum undir kvøldskúlanum.
Eitt nýtt átak byrjaði í 2021 ið kallast fótbóltur fyri øll, har skipa verður fyri vikuligum fótbóltsvenjingum fyri børnum við serligum tørvi 8-12. Hetta er úrslit av samstarvi ímillum B36, FSF og Parasport Føroyar.
Í septembur var skipað fyri árligu grassroots fótbóltstiltøkunum saman við FSF, har fleiri enn 70 børn frá serflokkum í skúlum og av serbreytum á miðnámi luttóku.

ÍSF skipaði á fyrsta sinni fyri Føroyaleikum í 2021 og har vóru vit eisini við eini bocciakapping,sum varð hildin á høllini á Hálsi ein sunnudag.
Kappingin var væl fyriskipað,og verður ætlandi aftur á Føroyaleikunum í 2022.

Annars var skipað fyri regluligum venjingum fyri úrvaldum badmintonleikarum, framerunnarum og íðkarumí frælsum ítrótti.

ÍSF hevur sett eina íðkanarnevnd á stovn.
Nevndin skal umboða sjónarmiðini hjá teimum aktivu íðkarunum og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum.
Nevndin hevur fimm limir og verður mannað við einum umboði fyri Parasport ogfýra umboðum fyri hini sambondini.
Hávard Vatnhamar er valda Parasport umboðið í nevndini.

Komandi árini í Paraítróttinum eru sera spennandi.

Í 2022 luttaka ítróttarfólk í m.a. Europeisku Para Youth Games í Finlandi, Special Olympics festivali í Danmark, Virtus global games í Frankaríki, Special Olympics small nations fótbóltskapping í Luxemburg, Framerunning Camp&Cup í Danmark, umframt fleiri grand prix og opnum kappingum.

Special Olympics world games verða í 2023 har vit hava kvotu til 16 ítróttarfólk, og Paralympisku leikirnir verða í París í 2024 har arbeitt verður miðvíst við at hava føroyska umboðan eisini hesuferð.

Alt hetta krevur hart arbeiði, men vit síggja fleiri ungdómar ið brúka nógva orku uppá ítróttin, ogeru tíbetur eisini nøkur meir tilkomin íðtróttarfólk ið vísa vegin.

Nevndin í Parasport, ítróttaráðgevin og umboð fyri feløgini Svan og Smæruna vóru í seinastu viku á námsferð í Danmark har vit hava tosað við Parasport Danmark, og hoyrt hvussu tey arbeiða, og hvat er á skránni hjá teimum.

Eisini varð vitjað hjá Parasport Aabenraa, ið hava fleiri spennandi tilboð, m.a. el-hockey, koyristólkurvabólt,koyristóltennis, rampubowling o.m.a.
Parasport Aabenraa er serligt við tað at tey hava innrættað eina ítróttarhøll, við serliga góðum umstøðum til fólk við rørslutarni, s.s. automatiskum hurðum, fleir wc-um, lyftum undir loftinum,venjingarmiðstøð við serligari útgerð ið ger at fólk við og uttan rørslutarn kunnu venja saman o.s.fr.
Semja var um at hetta er nakað vit kundu lært av í Føroyum, kanska serliga í samband við nýbygging.
Meðan vit vóru har var ein el-hockey kapping, og vit gestir sluppu eisini at royna nakað av útgerðini. 
Eisini var tíð til at vitja Havard Vatnhamar, sum hevði bjóða okkum til ein kaffimunn og at síggja hansara venjingarútgerð v.m.

Ein sera góð og mennandi ferð,sum vit nú fara at eftirmeta og tosað nærri um hvussu og hvat vit framyvir skulu fokusera uppá, bæði av verandi og av nýggjum aktivitetum.

ÍSF arbeiðir sum kunnugt við eini strategi og er hetta eisini nakað, ið vit eiga at arbeiða við fyri Parasport Føroyar bæði fyri parlympiska eins og special olympiska økið.

Vil takka ítróttaragevanum fyri sera gott samstarv og fyri ótroyttiliga arbeiði, eisini í undanfarna árið, har eisini 2021 varð merkt av nógvum broytingunum, sum vóru vegna corona.
Tróndur er altíð væl skipaður í arbeiðinum og tað ger eisini okkara nevndararbeiði lættari, umframt at koma á nevndarfundir og at samskifta annars.

Vil eisini takka venjarum og hjálparfólkum, umframt  nevndarlimunum fyri gott samstarv í undanfarna ári.
Eingin nevndur, eingin gloymdur.

Feløgini Ljósið við loppunum, Smæran og Svanur,eins og HB og B36 við fótbóltsvenjing, hava aftur í ár verið virkin at skipafyri venjingum og kappingum. Takk skulu tit hava fyri tað., tí uttan feløgini og tess arbeiðið hevði verið tungt.

Somuleiðis vil eg eisini takka Ítróttasambandi Føroya, Badmintonsambandinum og Fótbóltssambandinum, sponsorum, kommunum, kvøldskúlum, verjanum Jenis av Rana, MMR og almennu mynduleikum annars, fyri avbera gottsamstarv, eisini í 2021.

Takk fyri

 

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar