Para-badminton

Eydna Mouritsen luttekur í HM í Para-badminton

20
.
August
2019

Í dag byrjar HM í Para-badminton í Basel í Sveis.
Eydna Mouritsen, (Miðvágs badmintonfelag) sum seinastu tvey árini hevur vant og kappast í Para-badminton í bólkinum fyri koyristólsbrúkarar er fyrsti føringur ið luttekur í hesari stóru kapping.
Eydna hevur kvalifiserað seg til kappingina við at luttaka í altjóða Para-badminton kappingum seinasta hálvtannað árið, men tað eru ikki meir enn 10 mðr síðani hon fekk ein ordiligan badminton koyritól, ið ger at hon nú fær vant at taka ímóti og sláa m.a. høgar bóltar, og kann hon nú eisini ferðast lættari runt á vøllinum.
Av tí at Eydna hevur spælt lutfalsliga stutt í mun til flestu av kappingarneytunum, eru vónirnar at vinna dystir avmarkaðar. Málið er at betra seg í mun til aðrar kappingar ið hon hevur luttikið í.
Hetta merkir tó ikki at Eydna ikki fer at gera sítt besta, so spennandi verður at fylgja henni í kappingini næstu dagarnar.
Eydna er í løtuni nummar 27. á heimsstyrkilistanum í sínum bólki.

Fyrsti dysturin hjá Eydnu er kl 15 í dag, og er ímóti einari damu úr Kenya ið liggur á 23. plássi á heimsstyrkilistanum.

Við á ferðini eru Paulo Pinheiro, landsliðsvenjari í Para-badminton og Helga Mouritsen.

Beinleiðis dagføring av dystinum, og meir kunning kann finnast áhttps://bwf.tournamentsoftware.com/sport/player.aspx?id=645DCFB9-4DEF-44A5-8CFB-4B2C38B03294&player=307&fbclid=IwAR3FXuGlc30v6ytnJQO5M6JJgIA6G3AueFpCa1TH85fUpJEUhtOl7NmsUVE

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar