Í morgin 15.10 fer árliga para-badmintonkappingin Victor Denmark sum er í Odense av bakkastokki.
Eydna Mouritsen luttekur í bólkinum WH2 har hon er komin í bólk C saman við Tatiana Gureeva úr Russlandi, Emine Seckin úr Turkalandi og Maria Gilda Antunes úr Brasilia.
Daman úr Russlandi er ikki á styrkislistanum, men hinar eru nummar 6 og nummar 20 á styrkislistanum hjá WBF
Eydna er nummar 25.
Fyrsti dysturin hjá Eydnu er kl 11.30 føroyska tíð, og ber til at fylgja kappingini her
Vit ynskja Eydnu alt tað besta við kappingini.