EPC vitjaði í Føroyum

4
.
April
2025

Í farnu viku vóru nevndarlimir úr EPC (Europeisku Paralympisku nevndini) á vitjan í Føroyum, og hildu kvartárliga nevndarfund sín.

Hetta er fyrstu ferð síðani Parasport Føroyar var stovnað, fyri júst 45 árum síðani, at ein slík nevnd hevur fundarvirksemi sítt í Føroyum.

Í samband við vitjanina var heilsað uppá nevndina í Parasport Føroyum har europeiska nevndin fekk innlit í virksemi og tosað um avbjóðingar og møguleikar við paraítrótti í Føroyum.

Á vitjanini var høvið eisini at heilsa uppá nýggja verjan hjá Parasport Føroyum, Eirik í Jákupsstovu landsstýrismann í almanna- og mentamálum, og at tosa um teirra royndir og tankar um hvussu man kan virka fyri at enn fleiri fólk ið bera brek gerast kropsliga virkin og luttaka í ítrótti.

Tað hugtók nevndina at eitt lítið land sum Føroyar kann hava eina virkna paraítróttarrørslu, og at síggja góðu ítróttarkarmarnar kring landið.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar