Eirikur í Jákupsstovu nýggjur verji fyri Parasport Føroyar

3
.
April
2025

Á fundi 3. apríl tók Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar.

Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti.

Tað hevur verið siðvenja seinastu mongu árini, at landsstýrisfólkið, sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Petur Elias Petersen, formaður í Parasporti Føroyum, handaði Eiriki heiðursskjal.

“Eg havi fylgt við síðani eg havi verið barn, tí eg havi altíð kent fólk úr umhvørvinum. Tað er ein stórur heiður fyri meg, at gerast verji fyri Parasport Føroyar ” sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

“Vit eru takksom og fegnast um, at landsstýrismaðurin vil vera verji fyri Parasport Føroyar. Tað er sera týdningarmikið, at politiska skipanin eisini hugsar um hendan partin av ítróttinum, bæði á breidd og úrvalsstigi” sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar