Í heyst bjóðaði Kvøldskúlin í Tórshavn á fyrsta sinni bovling í kvøldskúlaskránni.
Hetta fekk sera góða undirtøku, og hava 18 fólk luttikið trúliga í venjingunum.
Farna leygardag var so á øðrum sinni skipað fyri kapping ímillum hesi, og var hugaligt at síggja góðu undirtøkuna, og hvussu væl fleiri teirra bovlaðu.
Kappingin var býtt í 3 bólkar, bólk 1. við rampu, bólk 2 fyri miðalstyrki, og bólkur trý fyri tey ið vanliga bovla flest stig.
Úrslitini vóru:
Vinnari í bólki 1, Eyð Patursson, nr 2. Erla Marr Erlandsdóttir og nr. 3 Jenny Thomsen
Í bólki 2 var Pauli Johannesen nr. 1, Aleksandur Mittún Darvishi og nr. 3 Rúni Jacobsen
Í bólki 3 var tað aftur í ár Elis Michelsen ið vann, nr. 2 var Jann Joensen og nr. 3 Durita Strøm.