Í samband við Føroyaleikir skipaði Parasport fyri bocciakapping í høllini á Hálsi í Havn.
Kappast var í trimum bólkum. Rørslutarn 1, Menningartarn 1 og Menningartarn 2.
24 fólk høvdu meldað seg til kappingingarnar, 18 í bólkunum fyri fólk við menningartarni, og 6 í bólkinum fyri fólk við rørslutarni.
Hetta gjørdist ein góð kapping, og fingu vit fleiri sera spennandi dystir.
Í bólkinum fyri fólk við rørslutarni, gjørdi garvaði Áki Joensen bart og vann allar sínar dystir. Nr. 2 var Dánial Jákup Djurhus og Marius Johansen var nr. 3.
Hetta er fyrstu ferð at Áki luttekur í kapping í Føroyum síðani NM í boccia í 2018. Áki venur og kappast annars í Danmark har hann býr.
Í bólkunum fyri fólk við menningartarni vóru tað René Thomsen sum vann bólk 1, meðan Unn Mortensen var nr. 2 og Herdis Johannesen var nr. 3.
Í bólki 2 var tað Toftamaðurin Kristian Johannesen ið var nr. 1 og Theodor Esmar Hansen var nr. 2 og Vagar Kjærbo var nr. 3.
Heiðursmerkini vóru handaði av Hávardi Vatnhamar, ið sjálvur var komin upp at luttaka í Føroyaleikunum sum fyrireiking til PL í Tokyo seinni í ár.
Parasport Føroyar takkar luttakarunum og hjálparfólkum fyri eina góða kapping