Í samband við Føroyaleikir verður skipað fyri stórari bocciakapping í høllini á Hálsi í Havn.
Kappast verður í tveir dagar, í tveimum bólkum.
Leygardagin 10. juli verður innleiðandi umfar í kappingini fyri fólk við menningartarni.
Sunnudagin 11. juli kappast bólkurin fyri fólk við rørslutarni, og finalur verða í kappingunum fyri fólk við menningartarni.
Luttøkugjaldið er kr 200,- og skal gjaldast við tilmelding.
Allir luttakarar fáa t-troyggju og drekkidunk.
Eisini er møguleiki at bíleggja matpakka við tilmelding.
Freistin at melda fram á síðuni hjá Føroyaleikum er leygardagin19. juni. https://flpara.atgongumerki.fo/organizer/1218462/event