Farna vikuskifti luttóku Ári Múller og Hóri Hemmingson í árligu Malmø-open kappingini í svimjing.
Malmø-open, eisini kent sum the european parasport games hava verið hildnir síðan 1977 og hava fleiri av kendastu føroysku para-svimjarum byrjað teirra kappingaryrkisleið har.
Teir báðir, Ári og Hóri hava vant miðvíst seinastu árini, og hava verið í fyrra endanum í svimjikappingum hjá Parasport.
Ári venur, umframt hjá Parasport, eisini í svimjifelagnum Reysti.
Báðir kappaðust í sonevnda K-bólkinum ið er fyri íðkarar ið ikki eru klassifiseraðir, og fyri Special Olympics svimjarar.
Úrslitini hjá báðum vóru góð.
Ári vann 4 gull og 1 silvur heiðursmerki, og Hóri vann 2 bronsuheiðursmerki.
Úrslitini av øllum kappingunum síggjast her http://livetiming.se/program.php?cid=5120&session=0&all=1