Tíðindi

Áki Joensen í bocciakapping í Zagreb

29
.
March
2019

ÁKi Joensen hevur seinastu dagarnar luttikið í stórari bocciakapping í Zagreb.

Tað gekk sera væl fyrsta dagin, tá Áki vann 8-3 á Ilker Icoz úr Týsklandi og 7-1 á Szoke Adam úr Ungarn.
Næsta dagin spældi Áki ein sera javnan dyst ímóti svianum Christoffer Hagdahl , og tapti hann 4-5.
Hetta gjørdi tíverri at Áki ikki kom víðari uppá málmun, og endaði kappingin tí tíðliga hansara vegna.
Næsta kapping hjá Áka verður í Olbia í Italia í Juli mánaði, og er ikki annað at gera enn at leggja seg í selarnar við venjing til ta kappingina.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar