Sunnudagin 11. juli fór eitt ferðalag við 3 framerunnarum (fyrr RaceRunning) til Frame Running camp 2021 sum er í Frederiksberg hesa vikuna.
Tað er royndi Martin Johannesen, sum saman við John Hera Johansen og unga Ábraham Bjarnason ið luttaka á stevnuni hesuferð.
Stevnan var avlýst í 2020, so teir tríggjir hava vant miðvíst seinastu tvey árini til hesa stevnuna.
Tað er fastur táttur hjá FrameRunning at halda altjóða stevnu um miðjan juli í Frederiksberg, og endar stevnan við kapping millum luttakararnar.
Fleiri onnur lond luttaka vanligt á stevnuni, men í ár er luttøkan avmarkað, av givnum orsøkum, til føroyska, danska, svenska, amerikanska og hollendska luttøku.
Luttakararnir vóru flokkaðir í gjár, og nú er venjing í góðveðrinum á skránni, inntil sjálv kappingin verður.
Vit ynskja teimum eina góða stevnu, og góða kapping.