Tíðindi

Tvey gull og eitt silvurheiðursmerki á 22nd RaceRunners cup á Frederiksberg.

16
.
July
2018

Farna vikuskifti luttóku tveir føringar í árligu RaceRunners cup í Danmark.Tað vóru Martin Johannesen ið skuldi kappast í 100 og 400m og Levi Hanusarson ið kappaðist í 40, 60 og 100m fyri juniorar.Tíverri var Martin so óheppin at hann gjørdist skaddur beint áðrenn kappingina, so vónin til heiðursmerki var ikki stór.Martin valdi at luttaka hóast skaðan, men skaðin merkti hann somikið at tað ikki rakk til nakað heiðursmerki hesuferð.Levi kom fyrstur á mál á 40m og 60m teinunum og var nummar tvey á 100m teininum.Hetta er annað árið at Levi luttekur, og Martin hevur verið við fleiri ferðir.Tó sær nú út til at fleiri eru áhugaði at royna seg, so kanska fara vit at síggja enn fleiri íðkarar næstu ferð at hendan kappingin verður.Flottu úrslitini skuldi í hvussu er givið árræði til meiri.Sum nakað nýtt var eisini skipað fyri serligum venjaraskeiði í samband við kappingina hesuferð, og luttók Gunnar Sivertsen, ið hevur havt ábyrgdina av Racerunning venjingunum fyri Parasport seinasta hálva árið.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar