Úrvalsítrottir

Tá eitt ítróttarfólk vísir serligan áhuga, og hevur evnir at blíva ímillum tey allarbestu í landinum kunnu tey verða úttikin til úrvalslið har tey fáa eyka venjingar, vegleiðing og stuðul at náa sínum málum.
At verða úrvalsítróttarfólk er sera krevjandi, og krevur at bæði ítróttarfólk, bakland og venjarar eru tilvitaði um hvat skal til og viljaði at brúka tíð og orku uppá ítróttin.
Úrvalsítróttarfólk verða oftast klassifiseraði soleiðis at tey kunnu luttaka í altjóða kappingum.

Í løtuni skipar Parasport fyri úrvalsvenjingum í frælsum ítrótti og svimjing, og veitir serligan stuðul og ráðgeving til ítróttarfólk ið íðka boccia og para-triathlon.

Ítróttarsamband Føroya letur á hvørjum ári, eftir umsókn, stuðul til tey ítróttarfólk ið lúka serlig krøv.
Søkt verður ígjøgnum sersambandið, og sersambandið umsitir stuðulin og sendir saman við ítróttarfólkinum/venjaranum inn frágreiðingar hvønn ársfjórðing.

Les meir um Úrval her

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar