Farna vikuskifti luttóku fýra føroyskir para-baminton leikarar í kapping í Helsinki.
Tað var finska badmintonsambandið ið hevði boðið føroysku luttakarunum við til árligu para-badminton kapping teirra.
Tveir leikarar, Vilhelm Clementsen (HBF) og Eydna Mouritsen (MBF), hava áður roynt seg í millumtjóða kapping, men hesuferð vóru eisini Eva Kallsberg Jacobsen (KBF) og Hans Martin Gaard (HBF) við.
Kappingin gekk sera væl, og havandi í huga at tað bert er hálvtannað ár síðani para-badminton á fyrsta sinni kom á skrá í Føroyum, má sigast at hendan ítróttargrein er í stórari framgongd.
Tað er Paulo Pinheiro (útlántur við vælvilja frá HBF) og Vilhelm Clementsen ið hava staðið fyri at menna para-badminton í Føroyum.
Vilhelm, ið eisini sjálvur spælir, var nummar tvey í einstaklingaleiki, og Vilhelm og Hans vóru nummar tvey í tvímansleiki.
Eisini Eva og Eydna høvdu fín úrslit, Eva var nummar fýra í sínum bólki í einstaklingaleiki, og Eydna var nummar fimm í sínum bólki.
Øll úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá finska badmintonsambandinum
Hetta var seinasta para-badminton kappingin í ár, og fara leikararnir nú at fyrireika seg til 2019.
Um onkur er ið er áhugaður at luttaka í para-badminton ber til at seta seg í samband við Parasport, ella møta upp til mánaðarligu para-badminton felagsvenjingarnar, har øll eru vælkomin.
Felagsvenjingarnar verða lýstar sum tiltak á facebook síðuni hjá Parasport – leinkja í høgru síðu á heimasíðuni.
#6n1t #allin